Nýggjastu tølini frá Taks vísa at talið av lágløntum er minkað. Talið av lágløntum er minkað við 406 skattgjaldarum. Ímeðan talið av lágløntum minkar, veksur talið av skattgjaldarum.
Nýggjastu tølini frá Taks vísa at talið av lágløntum er minkað. Talið av lágløntum er minkað við 406 skattgjaldarum. Ímeðan talið av lágløntum minkar, veksur talið av skattgjaldarum.
Tað er líkt til at føroyskir skattgjaldarar eru farnir at forvinna meira pening. Tað vísa nýggjstu tølini frá Taks ið hvussu er:
Í 2011 vóru tað 16284, sum forvunnu 100.000 kr. ella minni í mun til 15878 í 2013. Hetta er ein munur á 406.
Í 2011 vóru tað 43755 skattgjaldarar/borgarar tilsamans, men í 2013 var hetta talið vaksið upp í 44356 skattgjaldarar. Og talið av skattgjaldarum hevur eisini síðani 2013 bert havt hug at vaksa. Fleiri fólk forvinna meira.
Í meðan talið av lágløntum er minkaður munandi, er eisini munur at síggja hjá teimum, ið forvinna í millum 500-600. Talið av teim skattgjaldarum, er vaksið frá 1332 í 2011 til 1679 í 2013, sum gevur ein vøkstur á 347 skattgjaldarar ella góð 26 prosent.
Nýggjastu tølini frá TAKS vísa eisini, at talið á løntakarum sum forvinna meira enn 600.000 kr. um árið vaks heili 27,5% frá 2011 til 2013.
Í 2011 vóru 1.478 løntakarar sum lógu omanfyri 600.000 kr. um árið og nýggjastu tølini frá TAKS, sum eru frá 2013, vísa at tá vóru hesi 1.885 í talið.
Miðalinntøkan pr. borgara í Føroyum vaks úr 207.736 kr. í 2011 til 220.771 kr. um árið pr. borgara í 2013.
Miðalinntøkan pr. borgara í Danmark var 293.979 í 2013.
Samanumtikið eru tað fleiri skattgjaldarar, fólk í arbeiði, í 2013 í mun til 2011.




