Vinnuháskúlin dagførir seg í løtuni til at kunna lúka øll altjóða skeiðskrøv á navigatør- og maskinmeistaraøkinum.
Vinnuháskúlin dagførir seg í løtuni til at kunna lúka øll altjóða skeiðskrøv á navigatør- og maskinmeistaraøkinum.
Í hesum sambandi er skúlin júst vorðin góðkendur sum skeiðsveitari til tey sokallaðu DP skeiðini, ið eru ein fyrimunur fyri at kunna byrja sum yvirmaður í frálandsvinnuni.
Harvið gongur skúlin einum stórum ynski frá bæði núverandi og fyrrverandi næmingum umframt reiðaríum á møti.
Hetta fer at lætta nógv um hjá føroyingum serliga í frálandsvinnuni, tí teir nú sleppa undan at fara uttanlands at taka hesi kravdu skeiðini.
Nýggjan útbúna fyri 3 mió. kr.
DP (Dynamic Positioning) er ein framkomin stýri- og reguleringsskipan, ið kann halda einum skipi neyvt á eini givnari knattstøðu.
Fyrsta DP skeiðið byrjar í august, og fleiri hava longu teknað seg til skeiðið, upplýsir Wilhelm E. Petersen, skúlastjóri.
Í sambandi við DP skeiðstilboðið er brúgvasimulatorurin á Vinnuháskúlanum, har stórur partur av útbúgvingini hjá næmingum skúlans fer fram, útbygdur við nýggjum og framkomnum útbúnaði fyri umleið tríggjar miljónir krónur.
-Hetta hava vit fíggjað við peningi frá skeiðsvirksemi okkara, sigur skúlastjórin, sum – síðani hann tók við starvinum fyri hálvumøðrum ári siðani – hevur lagt sera stóran dent á at dagføra teknisku útgerðina á skúlanum, herundir brúgvasimulatorin, og at fáa ment og lagt skeiðsvirksemið í eina fasta legu.
Vinnuháskúlin fær eina árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini upp á 20 miljónir krónur, sum øll fer til rakstur av skúlanum.
Aspirantútbúgvingin eisini stóran áhuga
Stórur áhugi er somuleiðis fyri nýggju aspirantútbúgvingini, sum Vinnuháskúlin eisini fer undir í august.
-Útbúgvingin fevnir í fyrsta umfari um næmingar, ið ætla at lesa til skipara, men seinni verður hon víðkað til eisini at umfata maskinistnæmingar, sigur Wilhelm E. Petersen.
Trupulleikin seinastu árini hevur verið, at næmingar koma út við prógvi, men vanta siglingartíð og hava sostatt trupulleikar við at fáa starv.
-Meðan bert 10-15 prosent av teimum, ið taka maskinmeistarapógv í Danmark, fara út at sigla, telur sami bólkur í Føroyum umleið 90 prosent. Tí er umráðandi fyri okkum at tryggja okkara næmingum neyðugu siglingartíðina, leggur skúlastjórin í Nóatúni aftrat.
Trupulleikin seinastu árini hevur verið, at næmingar koma út við prógvi, men vanta siglingartíð og hava sostatt trupulleikar við at fáa starv.
Nú eru avtalur gjørdar við fleiri føroysk reiðarí, ið tryggja næmingunum neyðugu 12 mánaðar siglingartíðina undir útbúgvingini til skipara, sum tekur 2 ár, um tann lesandi hevur miðnám frammanundan. Eftir hetta kann haldast fram við at lesa til skipsførara.
-Ætlanin er eisini at fáa líknandi avtalur í lag við útlendsku reiðaríini, sum føroyingar vanliga sigla við, sigur Wilhelm E. Petersen, sum ikki væntar, at hetta verður nakar trupulleiki, tí flestu reiðaríini duga at síggja fyrimunirnar av hesum.
Til próvtøku
Á Vinnuháskúlanum fyrireika næmingarnir í teimum seks navigatør- og seks maskinmeistaraflokkunum seg í løtuni til summarpróvtøkuna, sum byrjar í hesi vikuni. Av teimum skulu umleið 40 næmingar upp til endaliga próvtøku.
Prógvini verða handað á samkomu á skúlanum 26. juni.
Á Vinnuháskúlanum, sum eisini fevnir um Trygdardepilin (brandstøðina) við Áir, starvast umleið 40 fólk.




