Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðareiðistunnilin liðugur í 2016

Jákup Mikkelsen

Eg fegnist yvir undirtøkuna frá øllum flokkum at arbeiðis uppá Viðareiðis tunnilin heldur fram og tí kann takast í nýtlsu longu í komandi ári.

Eg fegnist yvir undirtøkuna frá øllum flokkum at arbeiðis uppá Viðareiðis tunnilin heldur fram og tí kann takast í nýtlsu longu í komandi ári.
Tað er ongin ivi um at tað er fíggjarliga skilagott at arbeiði heldur fram og at steðgur ikki kemur í hesa verkætlan og at løgtingið finnur loysnir sum gera hetta møguligt, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingslimur.

Tunnlarnir Norð um Fjall bjóðast út í ár.
Tað hevði eisini verið skilagott at byrja upp tunnlarnar Norð um Fjall, tá líðgut er at bora til Viðareiðis. Finna vit eina politiska semju um tað eisini, so kemur landskassin at spara 10 tals milliónir. Øll sum ferðast gjøgnum hesar tunnlarnar vita, hvussu átrokandi tað er, at bøta um ferðsluviðurskiftini Norð um Fjall, nú ferðslan dagliga økist meir og meir við øllum tí virksemi sum er norðanfyri.
Mín vón er, at vit kunnu fáa somu vælvild frá øllum flokkum á Tingi, sum nú verður víst Viðareiðistunnlunum, sigur Jákup Mikkelsen.