Hetta er sjeynda ferðin at fiskivinnumessan ella vørusýning hevur verið og á triðja sinni í Klaksvík. Hesir marknaðardagar eru annað hvørt ár og longu nú er avtalað, at stevnan verður aftur í Klaksvík í mai 2017.
Atlantic Fair 2015 var í Klaksvík 12. til 14. mai í ár, har 3850 vitjandi vóru.177 framsýnarar vóru við úr 19 londum. 15 % av teimum vitjandi vóru úr útlondum – frá 23 ymiskum londum.
Vitjanartalið er eitt sindur minni enn í 2013, og skyldast hetta serliga, at tann triði framsýningardagurin var ein frídagur, har tey lesandi tí ikki valdu at koma. Hesin bólkur manglaði á stevnuni.
Tó eru fólk samd um, at framsýnaratalið, eins og støðið á messuni var høgt og karmarnir góðir. Sum sagt verður Atlantic Fair aftur í Klaksvík í 2017.




