Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur av einum góðum túri í Barentshavinum

Oliver Joensen

 Kavi í toppunum, kalt høgættarlot, í dag, sunnudagin 14. juni, kom Gadus aftur av enn einum sera góðum túri eystanífrá.

Teir hava eini 750 tons inni og hartil hevur túrurin verið stuttur. Vit ynskja manning og skipi væl afturkomnum. 

Her nakrar myndir, tá stolta farið kom inn eftir Vágni beint áðrenn miðdag ídag.