Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir fiskimenn kunnu útihýsast, men ikki SEA SHEPHERD

Joen Magnus Rasmussen. Valevni Fólkaflokksins til fólkatingsvalið.

Hevur fólkatingsval nakran týdning fyri okkum føroyingar?

Er veruleikin ikki tann, at fólkatingið ávirkar føroyska samfelagið rættuliga nógv?

Tá fólkatingið góðtók, at ES boykottaði Føroyar, hevði tað ikki ávirkan á allar føroyingar?

Tá fólkatingið góðtók, at føroyskir fiskimenn vórðu útihýstir úr donskum havnum, hevði tað ikki ávirkan á allar føroyingar?

Tá danska løgreglan í Føroyum ikki vil góðtaka, at vit útihýsa SEA SHEPHERD úr føroyskum havnum, ávirkar hetta tá ikki føroyska samfelagið?

Góðtaka fólkatingið og núverandi føroysku fólkatingsmenn, at í danska ríkinum kunnu føroyskir fiskimenn útihýsast, men ikki SEA SHEPHERD?

Um fólkatingið avgerð, at senda flóttafólk til Føroyar, kunnu vit tá ikki roknað við, at føroyska samfelagið verður ávirkað?

Vit kundu hildið á, at nevnt dømir, men sigur hetta okkum ikki, at tað er sera umráðandi, at hava umboð á fólkatingi, ið arbeiða fyri tí, sum er best fyri Føroyar.

Eg haldi, at røttu umboðanina, finnur tú í Fólkaflokkinum


Tað hevur tí stóran týdning, at fara á fólkatingsval.


Joen Magnus Rasmussen

Valevni Fólkaflokksins til fólkatingsvalið.