Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brothers Inc. við Brúnna.

Tíðindaskriv

Við Brúnna kunnger danskt/føroyskt orkestur til leygardagin 11. juli á Oyrarbakka.

Við Brúnna kunnger danskt/føroyskt orkestur til leygardagin 11. juli á Oyrarbakka.

Vikuskifti 10-11. juli er dansk/føroyski tónleikabólkurin Brothers Inc. í Føroyum.

Leygarkvøldið tann 11. juli luttaka teir á Við Brúnna tónleikatiltakinum á Oyrarbakka.

Her fara tey, umframt sína egnu framførslu, at spæla undir hjá Kristinu Bærendsen, Alex Bærendsen og Nicolinu á Kamarinum. 

Bólkurin er mannaður við sera royndum tónleikarum m.a. føroyinginum Marner av Lofti, sum spælir tangentar, trummusláari er Michael Kratz, bassistur Tue Gudnitz, gittarspælari Lasse Baggenæs, og sangarinna Ida Lohmann, sum hevur luttikið í bæði ”Voice” tónleikakappingini og tí danska ”Melodi Grand Prix’num”. 

Bólkurin spælir lívligan dansivinarligan tónleik, har dentur verður lagdur á tey størstu hittini gjøgnum tíðina fram til í dag. Ein sera fleksibul og vældámdur bólkur úr Jútlandi, sum heilt sikkurt kann levera eitt super show.