Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt Sjálvstýri skal ávirka útbúgving á fólkatingi

Jógvan Skorheim,

Kringvarpið hevur givið fólki ta fatan, at Nýtt Sjálvstýri ikki kann ávirka útbúgvingarmøguleikarnar í Fólkatinginum. Tað gjørdi verturin í andglettinum hóskvøldið, og tað gjørdi ummælararnir í sendingini “á vágskálini” fríggjadagin. Uttan at nakar journalistur hevur roynt at gjørt eina hissini roynd at lýsa málið frá øðrum vinklum, so er niðurstøðan hjá Kringvarpinum greið: Nýtt Sjálvstýri kann ikki ávirka útbúgvingarmøguleikarnar í fólkatinginum, og hetta er bert eitt annað heiti av olmussu, ið føroyingar skulu fáa úr Danmark.

Kringvarpið hevur givið fólki ta fatan, at Nýtt Sjálvstýri ikki kann ávirka útbúgvingarmøguleikarnar í Fólkatinginum. Tað gjørdi verturin í andglettinum hóskvøldið, og tað gjørdi ummælararnir í sendingini “á vágskálini” fríggjadagin. Uttan at nakar journalistur hevur roynt at gjørt eina hissini roynd at lýsa málið frá øðrum vinklum, so er niðurstøðan hjá Kringvarpinum greið: Nýtt Sjálvstýri kann ikki ávirka útbúgvingarmøguleikarnar í fólkatinginum, og hetta er bert eitt annað heiti av olmussu, ið føroyingar skulu fáa úr Danmark.

Lat meg fyrst sláa fast, at Løgtingið hevur í dag onga ávirkan á, hvussu danska universitetsumhvørvið verður skipað. Tað er ikki í løgtinginum ella úti í mentamálaráðnum, at myndugleikin er at broyta danska universitetsmøguleikarnar.

Minni fíggjarliga tengd at Danmark

Í skúlanum lærdu vit at telja, trekkja frá og leggja saman. Ofta hoyra vit dømi um, at ein drongur hevði tvey súreplir í einari hond og trý súreplir í hinari hondini, hvussu nógv hevði hann so í alt? Sjálvandi svara øll fimm súreplir.

Roknistykkið broytist ikki, um vit býta súreplini um við aðrar fruktir. Um spurningurin hevði verið, hvussu nógvar fruktir hevur ein drongur, um hann hevur tvær perir í einari hond og trýggjar bananir í hinari? So hevði svarið sjálvandi verið fimm fruktir! Tað ber til at blanda perir og bananir í einum roknistykki, um spurningurin er, hvussu nógvar fruktir drongurin hevur.

Júst soleiðis er tað eisini við samlaðu sparingini av at taka útbúgvingar heim. Danski statskassin rindar í dag fyri alla útbúgvingina hjá hvørjum føroyingi. Men afturat hesum rindar danski statskassin eisini fyri eina rúgvu av øðrum tænastum til okkara ungu føroyingar í Danmark, so sum SU og boligstøtte (íbúðarískoyti) við meira. Tað vil siga, at vit í dag fáa ein duldan blokk úr Danmark, sum ikki verður íroknaður blokkstuðlinum.

Skulu vit vita, hvussu nógv danir gjalda fyri okkara ungu undir útbúgving, so mugu vit rokna bæði útbúgvingartilboðið og allar tær tænastur, ið okkara ungu borgarar fáa umframt – altso bæði perir og bananir.

Tað, sum Nýtt Sjálvstýri vil, er at danir skulu gjalda minni fyri okkara ungu undir útbúgving. Tað fer at gera okkum minni tengd at Danmark, og bindur okkum til at taka ábyrgd av okkara kreativu og dugnaligu ungu.

So við og við, kunnu vit yvirtaka enn meiri.

Sjálvandi skal tað eisini í framtíðini verða møguligt hjá ungum lesandi at lesa uttanlanda, um tað so er í Danmark, Íslandi, Bretlandi ella onkra heilt aðra staðin, tað má vera upp til hvønn einstakan. Uppskotið fevnir um tey, ið ynskja at búgva í Føroyum, meðan útbúgvingin verður gjøgnumførd.

Skal hetta kunna lata seg gera skjótt, so er umráðandi, at eitt fólkatingsumboð ávirkar donsku stjørnuna til at seta krøv til universitetini í Danmark. Danska fólkatingið hevur ábyrgdina av universitetsøkinum. Danska fólkatingið hevur ábyrgdina av dygdini á universitetsøkinum. Danska fólkatingið setir eisini krøv til, hvussu økið verður skipað, og hvørjum leisti universitetini arbeiða eftir.

Tað hevði verið undarligt, um danska stjórnin ikki tekur av møguleikanum at spara nakrar krónur.

Sjálvandi skulu vit ávirka útbúgvingarmøguleikarnar hjá øllum føroyingum, og sjálvandi skal Nýtt Sjálvstýri gera okkum minni fíggjarliga tengd at Danmark.

Jógvan Skorheim

formaður flyri Nýtt Sjálvstýri