Evrard Blé hevur spælt sín seinasta dyst fyri KÍ.
Evrard Blé hevur spælt sín seinasta dyst fyri KÍ.
Til seinastu venjingarnar hjá KÍ hevur ein sæð, at miðvallarleikarin Evrard Blé ikki hevur verið partur av venjingunum. Leysasøgur hava gingið um, at KÍ og Blé er farin hvør til sítt. Og nú váttar Tummas Lervig, formaður í KÍ, at samstarvið millum KÍ og Blé er steðgað.
– Eg kann vátta, at samstarvið millum KÍ og Blé er steðgað. Talan er um eitt persónsmál, og fleiri viðmerkingar havi eg ikki, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.
Evrard Blé spældi 11 dystir fyri KÍ í ár.




