Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

tjóðveldisfólk!

Frá Norðoya Tjóðveldisfelag.

Í morgin er val til danska fólkatingið, og seinasta veljarakanning vísir, at tað er sera tætt. Tí er tað er umráðandi, at øll tjóðskaparsinnað fara á val í morgin at velja Tjóðveldi.

Í morgin er val til danska fólkatingið, og seinasta veljarakanning vísir, at tað er sera tætt. Tí er tað er umráðandi, at øll tjóðskaparsinnað fara á val í morgin at velja Tjóðveldi.


Vit ynskja øll einar Føroyar við beinleiðis atgongd til umheimin, einar Føroyar, sum taka avgerðir um egin viðurskifti, einar Føroyar, sum eru sjálvbjargnar og taka ábyrgd av okkum sjálvum. Vit ynskja sessin á danska fólkatingi avtiknan. Velja vit í morgin eina tjóðskaparrødd, kunnu vit vísa dønum og øðrum, at vit kunnu klára okkum sjálvi. Vit skulu ikki blanda okkum uppí danskan politikk. Vit skulu ikki vera reyð ella blá. Men vit skulu vera har avgerðir verða tiknar um føroysk viðurskifti, og vit skulu royna at ávirka, so vit fáa okkara egnu grundlóg.


Tjóðveldi stillar við 12 sterkum valevnum – millum tey Óluva Klettskarð og Jóhann Lützen úr Norðoya Tjóðveldisfelagi.
Gott val!