Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FC Suðuroy styrkir liðið

Jákup Ósá

Avloysari kemur inn fyri John Tordar Poulsen, sum fer av landinum í august mánaða.

Formaðurin i FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, váttar, at FC Suðuroy skal hava nýggjan álopsleikara í seinnu hálvu.

– John Tordar Poulsen fer av landinum og vit arbeiða við at fáa ein álopsleikara inn fyri hann. Tað verður helst ein útlendingur, men einki endaligt er komið uppá pláss enn. Málverjin Rani Johannesen fer eisini av landinum, men vit hava ikki tikið nakra endaliga støðu til, hvat vit gera á málmansøkinum, sigur Julius Vest Joensen við Norðlýsið.