18 ára gamla Elinborg úr Syðrugøtu, hevur síðani hon var smágenta sungið og skrivað sangir. ì 2013 gav hon út staklagið “Candle in the night” og “Stars falling”, hesi hava javnan verið at hoyrt í útvarpinum.

Elinborg hevur seinastu tíðina arbeitt við sínari fyrstu EP útgávu. Á EP`ini eru fýra løg á føroyskum. Elinborg hevur sjálv sett orð og løg til.
Tónleikin hevur Høgni Lisberg framleitt og EP’in verður útgivin í august.
Nú sendir Elinborg fyrsta staklagið av EP´ini út. Lagið eitur “Dreymur”. Elinborg greiðir frá, at lagið er skrivað í 2014 og er um kærleika, sum ikki kann røkkast. Høvið verður at hoyra Elinborg framføra síni løg á G Festivalinum 2015.