Í allan dag hevur verið skipað fyri tiltøkum í skúlagarðinum við Skúlan á Ziskatrøð og skúlan við Ósánna. Summargleði, kalla fyrireikarnir stevnuna, og ikki kann sigast annað enn at gleðin hevur valdað í skúlagarðinum ídag, her fleiri hundrað børn og vaksin hava hugna sær.
Hvussu nógv hava vitjað Sunnudagsskúlafestivalin í dag, er ilt at meta um, men tosað verður um tøl ímillum 200o og 3000 luttakarar.
Veðrið hevur verið gott, hóast lágættin hevur hótt við regni, so er tað ongantíð blivið til nakað ídag, so umstøðurnar hava verið framúr til at vera úti saman við børnum ídag.
Skráin fyri tiltakið er eisini sera fjøltáttað, har djóragarðurin hevur slangur, gedir, lomb, hønir, kálv og annað mangt at hyggja at, sløkkiliðið og bjargingarfelagið hava verið á staðnum, súkklubáni til børnini, giga hoppiborgir, sølubásar, pylsuvognur, andlitsmáting, fótbóltsvøllur við livandi leikarum, sparkivøllur og ikki mynst sangur, undirhald og álvari av pallinum.
Alt í alt eitt sera væl fyriskipað og viðkomandi tiltak.




