Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gróðurseta trø, sum Føroya Prent hevur latið

Oliver Joensen

 Næmingar úr 3. flokkunum í Klaksvík gróðursettu trø í morgun niðanfyri ruskmóttøkuplássið á Bumshamri.

Hjørdis Hávarsá, lærarinna, sum hevur fingið trøini til vega sigur, at Føroya Prent hevur staði fyri at lata trø til plantingar, til skúlarnar í Føroyum, tí var tað upplagt hjá okkum, at fáa nøkur ókeypis trø frá Føroya Prent at gróðurseta í Klaksvík, saman við næmingum.

Tað er Klaksvíkar Kommuna og býargartnarin, ið eisini hava verið inni í myndini. Býargartnarin hevur gjørt økið klárt til børnini at nýta til gróðursetingina.

Tað var hugni og ágrýtni at síggja á Bumshamri í morgun. Tað verður eisini spennandi hjá børnunum at fylgja við, hvussu fer at gangast trøunum, tey sjálvi hava gróðursett. 

Eitt sera áhugavert átak.