Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húgvur, pisufundur og prógvhandan

Danial Viðoy

Pisufundurin 2015 verður á Sandinum í Syðrugøtu týsdagin 23. juni klokkan 17. Próvhandanin verður 25. juni klokkan 13 á Kambsdali.

Pisufundurin 2015 verður á Sandinum í Syðrugøtu í dag klokkan 17. Próvhandanin verður 25. juni klokkan 13 á Kambsdali.

Tað skrivar heimasíðan á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy.

Skúlaárið er næstan runnið, og seinasta vikan í skúlaárinum verður sum vera man hátíðarlig, tí eftir seinastu próvtøkuna fáa næmingar loksins húgvuna sum ímynd um, at hf- og studentsútbúgvingin er lokin.

Aftaná tvey drúgv ár á hf-bonki og trý drúgv ár handan pultin á studentaskúlanum, fyrireika næmingar á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoynni seg í løtuni til seinastu munnligu próvtøkurnar á hesum sinni. Mánadagin 22. juni og týsdagin 23. juni eru seinastu próvtøkurnar á skránni, og hf- og studentahúgvurnar fara at síggjast á dalinum og í Føroyum sum heild. Í ár fara12 hf-næmingar, 25 málsligir studentar og 42 støddfrøðisligir studentar at fáa prógv á skúlanum.

Talan er um eitt serligt ár, tí Studentaskúlin og HF-skeiðið, sum vit kenna tað í dag, fer í søguna; og nýggja miðnámsskúlaskipanin verður fult galdandi eftir summarfrítíðina, tá ið Handilsskúlin og Studentaskúlin eisini verða lagdir saman í eina eind. Hetta seinasta árið eftir gomlu skipanini fara 79 prógv sostatt at verða handað.

Næmingarnir, ið verða lidnir í ár, bjóða á siðbundnan pisufund á Sandinum í Syðrugøtu týsdagin 23. juni kl. 17. Tað verður blaðmaðurin, Rólant Waag Dam, ið heldur pisurøðuna í ár. Hann hevur gingið á Studentaskúlanum fyri nøkrum árum síðani. Eisini fer Fuglafjarðar Hornorkestur sum vant at seta dám á tiltakið. Øll eru hjartaliga vælkomin á pisufund.

Hátíðarliga prógvhandanin verður so hósdagin 25. juni kl. 13 í skúlahøllini á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum. Tað serliga í ár er, at talan er um seinastu prógvini í gomlu studentaskúlaskipanini og á okkara kæra skúla í Eysturoynni. Til hátíðarhaldið verður høvið at bera fram eina heilsan. Hetta er ein ljós og bjørt tíð á árinum; og vit á skúlanum fegnast um at kunna hátíðarhalda loknu útbúgvingarnar saman við ársins pisum og teirra avvarandi.