Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: GAMMELTOFT KANNINGIN: Miðlar og advokatar dumpaðu í Skálafjarðatunnilsmálinum

John William Joensen

VIDEO: Nú kanningin hjá Hans Gammeltoft Hansen av serliga leiklutinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í Innlendismálum av málinum um Skálafjarðartunnlinum er almannakunngjørd, er merkisvert at síggja, hvussu handfaringin av tunnilsmálinum var í miðlunum. Kanningin kostar skattgjaldarunum 6 mió. kr. og niðurstøðan er tann sama sum løgfrøðingur í tinganesi, Sjúrður Rasmussen, kom til, men sum hvørki meirilutin í landsstýrismálanevndini ella høvuðsstaðarpresan vildu góðtaka.

Norðlýsið hevur klipt nøkur brot saman um hvat var sagt og hvat stendir eftir nú niðurstøðan er gjørd av kanningarstjóra.

Løgfrøðiligir viðmerkjarar kølldømdu arbeiðið við Skálafjarðartunlinum

Eitt nú segði advokaturin Bjørn á Heygum soleiðis: – Tað var sovorðið ’lusk’, fyri at siga tað akkurát sum tað er, sum gekk fyri seg á hægsta stað úti í Tinganesi.

Turið Debes Hentze hevði heldur ikki nógv gott at bera politiska arbeiðnum við Skálafjarðartunlinum: – Tað vísir bara, hvussu lítið skil hevur verið á hesum málinum, hvussu lítil ordan hevur verið í úti í landsstýrinum hjá Løgmanni.

Halgir Winther Poulsen: – Eg vildi sagt, at í einum øðrum parlamentariskum samfelagi, har ein ministari kom í parlamenti og bað parlamenti samtykkja eina lóg, sum er skrivað – baserað upp á ein sáttmála – og noktar at framleggja tann sáttmálan, sum løgtingið biður um. Tað hevði ikki funnið stað nakra aðrastaðni, ikki í nøkrum øðrum parlamentariskum samfelag.

Rumbul og óskil

Sæð í bakspeglinum tykjast nógv av tí sum sagt var av framstandandi advokatum í Havn um umsitingina í tinganesi at standa sum tómar útsagnir við ongum innihaldi.

Norðlýsið hevur gjørt ein film sum er bygdur á frágreiðingina hjá Sjúrða Rasmussen, og justeraður í dag eftir at frágreiðingin hjá Gammeltoft bleiv almenn. Hetta er eitt stutt brot úr filminum, sum verður lagdur út í fullari longd seinri í dag.