Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útskifting í TB

Jákup Ósá

TB missir leikara og nýggjur leikari er á veg inn.

Enn er alt ikki komið endaliga uppá pláss, men TB arbeiðir við at styrkja um hópin í summar. Tó er greitt, at ein av útlendingunum ikki spælir aftur við TB.

Í februar mánað skrivaði TB sáttmála við 23 ára gamla fraklendingin Franck Odje Able fyri kappingarárið 2015.

Nú er greitt, at TB og Franck hava steðgað samstarvinum, skrivar TB heimasíðan. Báðir partar eru samdir um, at Franck og TB fara hvør sín veg á hesum sinni.

Franck hevur leikt 13 dystir fyri TB og gjørt 3 mál, skrivar heimasíðan.