Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sani Tahir gjørt sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

Miðvallarleikarin hevur í kvøld gjørt sáttmála við KÍ fyri restina av kappingarárinum.

Sani Tahir, sum er úr Nigeria, kemur frá Brønshøj í Danmark, har hann spældi í næstbestu deildini seinasta kappingarár. 22 ára gamli miðvallarleikarin hevur vant við KÍ hesa vikuna. Tummas Lervig, formaður í KÍ, skrivaði undir vegna KÍ í kvøld.
– Vit eru fegnir um at kunna fáa ein leikara í hópin afturat. Tí vit føla, at tað er brúk fyri styrki og breidd á miðvøllinum, og tað halda vit okkum hava fingið nú, sigur Tummas Lervig í stuttari viðmerking.
Sum skilst hevur leikarin ikki loyvið at spæla við KÍ fríggjakvøldið móti NSÍ.