Dreingirnir hjá U14-liðnum hjá KÍ hava klárað seg væl í ár. Teir liggja í løtuni á øðrum plássi. Í kvøld vunnu teir 5-0 á 07-Vestur. MYNDIR.
Dreingirnir hjá U14-liðnum hjá KÍ hava klárað seg væl í ár. Teir liggja í løtuni á øðrum plássi. Í kvøld vunnu teir 5-0 á 07-Vestur. MYNDIR.
Norðlýsið var á Djúpumýru í kvøld og tók nakrar heilt fáar myndir, sum lesarin kann fáa gagn av at síggja.
KÍ var betra liðið í kvøld. Ongin ivi um tað. Høvdu teir har vestri frá verið eitt sindur neyvari í summum støðum, kundu væl saktans mál staðist burturúr. Men gjøgnumgangandi var KÍ tað liðið, sum lá omaná í flestu støðum, og vunnu teir tískil dystin greitt.
Tað er einki at ivast í, at um hesir ungu hjá KÍ blíva við at leika fótbólt, kann okkurt gott og kanska okkurt sera stórt spyrjast burturúr. Tí tað eru nógvir evnaríkir leikarar á liðnum.
Onki skal heldur takast frá 07-Vestur, hóast stórtapið. Á 07-Vestur liðnum eru eisini fleiri, sum kunnu blanda seg upp í teir bestu í framtíðini.
Sí nakrar fáar myndir niðanfyri:




