Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Klettskarð verður ikki við í móti NSÍ í morgin

Oliver Joensen

KÍ skal møta NSÍ í Djúpumýru í morgin. Hetta er heilt víst ein dystur, sum fremsti KÍ áleyparin, Páll Klettskarð, heldur enn gjarna vildi verið við til, men tað verður av ongum.

Vit fingu eitt lítið prát við Páll Andrasson Klettskarð í gjár, har hann sat í køkinum í Krotugrøvini við stórari bandagu um fótliðin.

Um hendingina á Ovaravølli í Havn sunnudagin, sigur Páll soleiðis: Eg fái ein bólt úr langari frástøðu frá Jóannes Bjartalíð. Royni at lyfta hann upp um málmannin, Tóra hjá B36, men rakti vist hann í høvdið. Tá eg taki næsta stigið við vinstra fóti, situr fóturin fastur í vøllinum upp á ein ella annan máta. Eg fái ógvuliga ilt og veit við tað sama, at her hendi eitthvørt álvarsligt. So nógv trýst hevur verið á fótliðin, at hann koktist.

Har var einki annað at gera, enn at eg bleiv borin út á børu og beinleiðis á landssjúkrahúsið. Eg varð sendur í røntguna beinanvegin, men á myndunum sást ikki nakað brotið. Læknin, sum hevði meg undir hond, segði, at fóturin hevur verið so hovin, at ilt var at síggja røttu støðuna á røntgenmyndini. Tí varð avgerð tikin um, at eg skal í CT skannaran mánadagin, og tá verður støða tikin til, um eg skal skurðviðgerast, ella annað skal gerast.

Í øllum førum veri eg ikki við á KÍ liðinum fríggjadagin, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer aftan á summarfrítíðina.

Páll Andrasson Klettskarð er føddur 17.05.90. Hann byrjaði at spæla fótbólt longu sum 8 ára gamalur við B36 í Havn, foreldrini búðu tá í Havn. Hann flutti til Klaksvíkar í 99.

Eg havi havt góð barnaár, sigur Páll, nú vit báðir sita við borðið í køkinum hjá teimum, og mamman, Óluva Klettskarð stákast rundan um okkum báðar og hevur viðmerkingar til prátið av og á.

Eg havi havt tað gott í KÍ. Flestu dreingirnir, eg gekk í skúla saman við, spældu eisini á sama liðið, sum eg, og vit vóru sera nógv saman. Fleiri av teimum hildu eisini á við fótbóltinum nakað eftir skúlatíðina, men bert onkur einstakur spælir í dag í fremstu røð.

Eg má siga, at fótbólturin hevur givið mær nógvar spennandi upplivingar í lívi mínum. Eg fór niður til Danmarkar í 2007 og var har til 1010. Orsøkin var, at Todi Jónsson vildi hava føroyingar niður til Fremad Amager at spæla. Hann gav fýra føroyingum tilboð um at koma niður til Danmarkar sum lærlingar hjá Fremad Amager við einum DBU sáttmála, og samstundis skuldu vit ganga á miðnámsskúla har.

Tá til stykkis kom vóru vit tríggir, sum tóku av, Eg, Hans Jørgensen av Skála og Erling Jacobsen úr Víkingi. Hans hevur spælt við ymsum feløgum m.a. AB, men er farin niður at lesa til maskinmeistara, og Erling spælir enn við Víkingi og lesur til maskinmeistara. Tað var ætlanin hjá Toda, at vit skuldu lærast upp at spæla á landsliðnum, og tað má sigast at hava eydnast, tí vit hava allir tríggir verið í landsliðshópinum.

Mær dámdi ógvuliga væl niðri. Tað var sera strævið. Tríggir blaðungir mans gingu í skúla um dagin, vandu aftaná skúlatíð og so til hús at gera døgurða og skúlating, tað var hart, men stuttligt. Tú kanst ætla, at vit hugnaðu okkum saman um kvøldarnar, vit búðu allir í somu íbúð.

Tað gekk væl hjá okkum tvey tey fyrstu árini í Fremad Amager, men tá tað kom til tað seinasta árið hjá okkum, tá fór felagið á húsagang. Venjarin, sum vit tá høvdu, bjóðaði okkum føroyingunum at koma við sær til Vanløse, har hann fór. Eg og Erling tóku av, ímeðan Hans flutti til Køge.

Árið í Vanløse var eitt sindur upp og niður. Stóra projektið á Amager var farið í vaskið, og tað bleiv eitt sindur óvist við fótbóltsmøguleikunum har í Vanløse. Eg haldi, at tað bleiv mest til heimlongsul tað árið. Vit mugu minnast til, at hetta vóru krepputíðir í Danmark, lítið av peningi var til fótbólt allastaðni og mong feløg fóru á húsagang ta tíðina. Men vit báðir komu so ígjøgnum tað, vit fingu prógv og komu heim aftur í 2010.

Júst tá eg komi heim, er KÍ flutt niður í fyrstu deild. Eg var sum sagt júst liðugur við mína miðnámsútbúgving, hevði spælt á høgum støði í Danmark, so eg helt tað vera best fyri meg at spæla í bestu deildini, tí valdi eg at taka av einum tilboð frá Víkingi.

Eg var í 1 ½ ár í Gøtu og spældi. Fyrra árið gekk væl, vit vandu hart til kappingina í 2011, og beint áðrenn kappingin skuldi byrja, fekk eg ein skaða, sum gjørdi at eg var úti í einar fimm mánaðir. Tað kappingarárið kiksaði eitt sindur. Eg spældi tí ikki við fyrr enn í seinni hálvu í 2011.

Víkingur vildi leingja sáttmálan við meg, men eg gjørdi av at flyta til KÍ, tí eg vildi sleppa heim aftur at spæla, eg hevði annars havt tað sera gott í Víkingi. Sera væl gekk hjá mær persónliga í KÍ hetta árið (2012). Eg skoraði nógv mál og ikki minst, eg var skaðafríur alt árið.

Tíðliga í 2013 fór eg í læru hjá Kanjon. Eisini kom eg á landsliðið og var við í venjingarlegu í Tailandi, og eg fekk debu ímóti Írlandi í Dublin. Tað gekst mær eisini sera væl tað árið, eg skoraði nógv mál, men hjá liðnum gekk onki serligt, tí ov nógv mál komu inn í hinum endanum.

Í fjør eri eg eisini óheppin. Vit vandu hart til kappingina, men tá bert 14 dagar eru eftir til at kappingin skal byrja, fái eg ein skaða í hin fótin, neyvt sami skaði, sum eg fekk í Gøtu í 2011. Læknin gav mær eina blokadu í beinið, hon helt til seinasta dyst í kappingarárinum, og so tók ilt fyri seg aftur. Eg havi tí ikki kunna hildið meg í topp venjingarstøðu í vetur og byrjaði ikki at venja aftur fyrr enn regluliga venjingin byrjaði í januar mánaða.

At enda spyrji eg Páll Andrasson Klettskarð, hvat hann hevur at siga um árið í ár higartil.

Persónliga kundi tað gingið betur. Men hinvegin, so havi eg skorað seks mál. Sum áleypari eru tað ofta teir smáu marginalarnar, tú arbeiðir innanfyri, og tað er minni enn so altíð, at teir fella tær í lut. Eg føli, at eg kundi havt verið eitt sindur hepnari. Um liðið haldi eg, at vit hava sæð framgongd frá fyrsta dysti. Vit venja hart, vit eru uppsettir, og vit eru væl organiseraðir. Tað hevur gjørt tað sera trupult hjá mótstøðuliðum at koma til fatið at skora mál hjá okkum. – Jú, tá tú spyrt, so haldi eg, at tað hevur gingið sera væl hjá okkum í ár. Haldi ikki at vit nakran dyst eru spældir av vølli, sigur ein sáttligur og róligur Páll Andrasson Klettskarð at enda.

Harleyfacadeacryl