Bara einaferð síðani uppflytingina er NSÍ farið úr Klaksvík við øllum stigunum.
Dystirnir millum KÍ og NSÍ hava gjøgnum tíðirnar sum oftast verið undirhaldandi og spennandi. Tað er ikki altíð, at støðan á stigatalvuni hevur so nógv at siga, tá hesi liðini møtast.
Síðani uppflytingina hjá KÍ í 2010, so hevur NSÍ sum oftast enda frammanfyri KÍ á stigatalvuni. Men hóast hetta, so hevur KÍ havt gott tak á NSÍ á heimavølli. Bara einaferð hevur NSÍ vunnið. Tað var í 2011, tá Christian Høgni Jacobsen við tveimum málum tryggjaði NSÍ ein 2-1 sigur.
2011: KÍ-NSÍ 1-2 og KÍ-NSÍ 5-1
2012: KÍ-NSÍ 3-2 og KÍ-NSÍ 2-1 (umframt steypadyst: KÍ-NSÍ 4-2)
2013: KÍ-NSÍ 1-1
2014: KÍ-NSÍ 2-2
Fríggjakvøldið fæst so at vita, um KÍ varðveitir góðu hagtølini á heimavølli móti NSÍ. Dysturin byrjar kl. 18.30.




