Tað er ongin skomm longur, at fara suður til Havnar. Gjógvin er smalkað ímillum havnarfólk og norðoyingar. Kanska tað er ov nógv at siga, at tann tendensurin sæst, tá ið Voxbotn verður hildið í hjartanum í Havnini. – Men tað eru nógvir norðoyingar, sum ætla sær á Voxbotn. Og hvør veit, kanska fer Norðlýsið til Havnar.

Undirritaði gongur dag og dagliga ímillum nógvar norðoyingar. Og skulu vit skjóta uppá, hvussu nógvir av teimum, sum hesin dagliga hittir, fara á Voxsbotn, eru tað á leið triðihvør.
Í seinastu viku hevur undirritaði verið saman við á leið 200 norðoyingum og triði hvør av hesum ætla sær á Voxbotn. Tað eru á leið 70 fólk, bara av teimum, hesin hevur umgingist.
Soleiðis er tendensurin millum flest ungu í landinum. Summarferian er júst byrjað og skal hetta feirast við manér. Ein góður háttur at feira tað, mann vera eitt stórt tónleikatiltak, tí tað elska føroyingar.
Føroyingar eru vorðnir betri við árunum, at stuðla hvør øðrum og at møta upp til tiltøk hvør hjá øðrum. Hetta veri seg í øllum pørtum av landinum og enntá klaksvíkingar, sum dúgliga møta upp til tiltøk í Havn.
Síðani Norðoyatunnilin er komin, eru tað eisini havnarfólk, sum møta upp til tiltøk í Norðoyggjum. Tó er tað enn so, at tað er longri úr Havnini til Klaksvíkar, enn tað er úr Klaksvík til Havnar. Men hetta kann einans gagna Voxbotn, sum fer av bakkastokki í morgin.
Veit væl við, so verður enntá Norðlýsið í Havnini í morgin. Sig so tað!