Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðalaldurin í løgtinginum er 52 ár!

Danial Viðoy

Hervør Pálsdóttir helt pisurøðu fyri studentunum á Kambsdali. Har beit hon m.a. merki í, at miðalaldurin í løgtinginum er heili 52 ár. Les røðuna her.

Hervør Pálsdóttir helt pisurøðu fyri studentunum á Kambsdali. Har beit hon m.a. merki í, at miðalaldurin í løgtinginum er heili 52 ár.

Pisurøðan hjá Hervør Pálsdóttir, sum varð hildin á Gøtusandi, kann lesast niðanfyri:

“Góðu fundarfólk, góðu foreldur, avarðandi, góðu lærarar og ikki minst, góðu pisur.

Nú standa vit endiliga her. Vit hava sæð ljósið í endanum á langa tunlinum. Vit hava ávíkavist gingið í skúla í 12 og 13 ár og eru nú komin so langt, at nú eru tað vit, ið skulu velja, hvat vit vilja brúka framtíðina til. Heimurin liggur opin fyri okkum. Seinastu trý árini hava verið tung og strævin, men vit hava avgjørt eisini havt tað stuttligt. Serliga síðstu vikurnar, áðrenn skúlagongdin var av, vóru merktar av spenningi og gleði. Hóast tunga byrjan, har flokkarnir ikki vórðu samansjóðaðir, so hevur endin verið góður og kensluborin. Gjøgnum hesi trý árini eru vinarbond knýtt – allarhelst fyri lívið – og tað verður undarligt ikki at síggjast aftur hvønn dag.

Eg átti hildið hesa røðuna á donskum, tí tað er tað málið, ið eg seti próvtøkulesnaðin í samband við. Undantikið sjálva próvtøkuna, so er alt á donskum. Í søgu, samfelagsfrøði, lívfrøði, landafrøði og øllum lærugreinum, ið ikki hava við eitt ávíst mál at gera, verður lisið á donskum. Í søgu og samfelagsfrøði læra vit um politikk og búskap í Danmark og ES, men ikki í Føroyum, tí har er einki lærutilfar. Hóast teldutøknin nú er so snild, at bøkur kunnu gerast teldutøkar og tískil lættar og bíligar at framleiga, so verður einki føroyskt tilfar givið út til føroysku miðnámsskúlarnar.

Hetta leggur ótilvitað lunnar undir, at Danmark í høvuðsheitum gerst landið, ið føroyingar fara til at nema sær framhaldandi lestur.

Nú vit fáa prógvið í næstum verður í heilum spurt: hvat ætlar tú at lesa aftaná? Hvar ætlar tú tær at lesa víðari? Fert tú niður? Føroyar tykjast ikki at vera ein møguleiki, tí at lesa í Føroyum, tað skalt tú ikki. Tú skalt fara út um landoddarnar at lesa, at ferðast, at læra teg betur at kenna. Tað er gott í sær sjálvum, men tað er neyðugt, at vit hava fleiri møguleikar at lesa í okkara heimlandi. Vit síggja í okkara grannalondum, at ungdómurin ikki fer út um sítt móðurland at útbúgva seg. Tey flestu lesa í heimlandinum og eru tískil við til at geva aftur til samfelagið. At ungdómurin í Føroyum nærum allur fer út um landoddarnar at útbúgva seg, hevur við sær, at tær broytingar, ið eru í øðrum londum, ikki henda her hjá okkum, tí vit mangla tann aldursbólkin, ið kann gera uppreistur og vísa á broytingar, ið eiga at henda. Tað ættarliðið, ið skal føra Føroyar víðari, er ikki her, og tískil stendur samfelagið og tøvir í sama stað í longri mun enn í londunum rundan um okkum. Tøknin, ið ger, at vit kunnu vera á internetinum og hvønn dag fáa nýggj tíðindi og nýggjar upplýsingar um heimin, ger eisini, at vit hava ikki, á sama hátt, líka stóran tørv á at uppliva heimin og finna útav, hvat hendir aðrastaðni. Vit eru bert eitt ”klikk” burtur frá teimum upplýsingunum, ið fólk fyrr skuldu ferðast leingi fyri at fáa. Men tær broytingar og støður, ið eru í heiminum, vinna ikki fram í Føroyum, tí vit mangla ættarliðið, ið eigur at vera broytingin.

Tað, at ungdómurin fer av landinum at lesa – og í flestum førum ikki kemur aftur – ger eisini, at Føroyar nú standa við einum stórum trupulleika. Skjótt verða ov nógv gomul og ov fá ung. Hetta hevur við sær, at tað verður trupult at fáa vælferðarsamfelagið at ganga upp. Okkurt má gerast og í løgtinginum verður í heilum tosað um, at okkurt má gerast fyri at fáa ungdómin heim. Tað er púra rætt, okkurt má gerast. Men hvat verður gjørt? Vita tey, ið sita í løgtinginum yvirhøvur, hvat ungdómurin vil? Miðalaldurin í løgtinginum er 52 ár, vita tey virkuliga, hvat ung millum 18 og 30 gera, hugsa og vilja?

Teitur Lassen yrkir í sanginum Yngra ættarliðið soleiðis:

Tey ungu hava ringa húð

Duga ikki at vera kul

Tey koyra runt á skutarum

Elska alt tey ikki kenna

Aftan á studentsprógv

Fara tey til India

At spara hvørja krónu

Kasta seg út í krisur

Men kanska er yngra ættarlið

í veruleikanum nógv meira við

enn landsins tungu dreingir

og teirra drúgvu royndir

Tað er so týdningarmikið fyri eitt land, at allir aldursbólkar eru í einum samfelag, tí tað ger, at eitt land mennist. Amerikanski búskaparfrøðingurin Richard Florida leggur dent á tey trý T’ini: tøkni, talent og tolsemi. Hann vil við sínum ástøði vísa á, at um eitt samfelag er kreativt, so kann hetta skapa búskaparligan vøkstur, tí hetta hevur við sær eina kreativa stætt, ið kemur fram til nýggj ting og nýggjar vegir. Tað, sum hann leggur serligan dent á, er tolsemi. Hann sigur, at jú meira tolsemi eitt land hevur, jú fleiri fólk leggjast afturat landinum; fólk fara at trívast í einum landi við tolsemi og hetta ger, at fólk torir betur at ganga øðrvísi leiðir.

Um tað er eitt orð, ið kann lýsa okkara árgang, so er tað ymiskleiki. Meðan málsligu flokkarnir mest sum bert eru gentur, undantikið teir tveir dreingirnir í A-flokkinum, so eru støddfrøðiligu flokkarnir ein blanding av báðum. Men harafturat eru so nógvar ymiskar persónligheitir á báðum deildunum; komandi filmsframleiðarar, professarar, politikarar, tónleikarar, sjúkrasystrar, jarðfrøðingar, listafólk. Eg kundi kundi hildið á. Eg eri sannførd um, at hesin ymiskleikin hevur gjørt okkum meira tilvitað um onnur, men eisini um okkum sjálv, og vit hava fingið eina størri heildarmynd av samfelagnum og veruleikanum. Hetta eru vit. Vit koma at ímynda samfelagið. Tað eru vit, ið koma at byggja land. Tí er tað neyðugt, at vit sum ung merkja, at vit verða vird, og at vit hava ein týdning í føroyska samfelagnum. Tað er so umráðandi, at Føroyar verða eitt land, har tolsemi verður sett í hásæti og ymiskleikin verður virðismettur. Soleiðis fara Føroyar at vinna frama millum ung, og soleiðis verða Føroyar eitt land, har øll trívast og har kreativitetur blómar.

Hesi trý árini hava styrkt okkum bæði persónliga og fakliga. Vit eru nú klár at fara á flog. Vit hava í trý ár brynjað okkum til framtíðina og hava nú reiðskapin kláran. Framtíðina kunnu vit ikki spáa um, men vónandi gongur tað øllum væl. Vit hava staðið saman ígjøgnum nógvar løtur. Vit eru síðsti árgangur á Studentaskúlanum á Kambsdali, har 13 tøl standa í próvnum. Vit eru síðsti árgangurin í gomlu miðnámsskúlaskipanini. So samstundis er hetta ikki bert endin av okkara miðnamsskúlalestri, men vit siga eisini farvæl til gomlu skipanina og gamla karakterstigan. Takk fyri 3 góð ár, øll somul og til lukku við próvnum. Góðan byr frameftir!”

Hervør Pálsdóttir