Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góð hús í Víkunum, Klaksvík, til sølu

LÝSING

Húsið, ið liggur í sera veðurgóðum plássi, á Víkavegi 69, er í trimum hæddum. Grundøkið er 528 m2.

Húsið er innrættað soleiðis:


Loft:

Stova, úti á loftinum, við góðum útsýni yvir Klaksvík. Úr stovuni er hurð út til eina altan. Á hesi hædd er eisini kamar og vesi. Altan er eisini út frá kamarinum.


Miðhædd:

Køkur og stova, 2 kømur, lítið kontór og baðirúmi, umframt útgongd til stykkið omanfyri.


Kjallari:

Bryggers, kjallari og verkstaður.

Til húsið hoyrir garasja, sum er á veghædd; takið er júst skift. Húsið stendur omanfyri garasjuna.

Um húsið er annars at upplýsa, at tey eru frá 1951, og at eigarin sjálvur hevur bygt húsið og umvælt hesi leypandi. Tó treingja tey nú til nakað av viðlíkahaldi, og skal m.a. møguliga tak og klædningur skiftast. Annars er húsið í vanligum góðum standi.

Ognin verður boðin út við áheitan um at geva tilboð sambært nærri ásettum treytum í boðsskjali, sum fæst við at venda sær til skrivstovu okkara.

Øll boð, undir sum yvir prísuppskotinum, verða løgd fyri seljara til støðutakan.

Áhugað verða biðin um at venda sær til Poulinu Jacobsen pj@lawfirm.fo, tlf.203060. Sí fleiri myndir á www.ogn.fo


Prísuppskot 1,2 mió.



Harleywoodpaint