Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Varmakelduframsýningin 46 ár á baki

Frits Johannesen

Tá ið tað kemur til søgu um málningin, so eru 46 ár ikki nógv . Føroysk málningalist er heldur ikki gomul, men hugsandi er, at hon hóast tað er komin væl undan. Símun Johannesen(1900-1983), farbróðir, var tann fyrsti í Fuglafirði, sum tók um pensilin og fór at mála málningar. Hetta var fyrst í tjúgunum, at Símun málaði leiktjøldini til leikin hjá Dalabóndum . Beskytteren lá við bryggju og komu marinararnir at síggja leikin við sjefinum, Lagoni, á odda. Í steðginum spældi onkur upp á harmoniku og Piddi –( S.P.P yngri) – spældi upp á violin, so ikki kann sigast annað enn, at hesi fólk hava verið frammarlaga. Tann, sum stóð fyri leikinum, var Magnus Andreassen – Magnus hjá Sjúrði, og tað er hann, sum hevur sagt mær hetta í 1981.

Leiktjøld

Yvirmenninir á Beskytteren( ella á Islands Falk) vóru til sýningina og søgdu, at leiktjøldini vóru meistaraverk… “Det er fantastisk godt lavet!” Ja, føroyingurin er altíð komin undan, hóast truplar umstøður. Magnus greiðir frá… Tjøldini málaði Símun uppi í Toftum hjá foreldrunum, Johannu Mariu og Thomasi Johannesen, í kamari sínum. Hann brúkti tann eina veggin at hanga tjøldini uppá, so hvørt sum hann málaði tey. Tey vóru sjálvandi í ymsum støddum og sniðum. Summi við fjøllum og dølum á vóru so stór, at eitt tók allan veggin.. Hetta var dygdar arbeiði, hann útinti. Magnus sigur, at hann og onnur við hjálptu honum og gingu honum til handa. Tjøldini vóru í tríati árunum beind burtur og goymd á loftinum í dansistovuni. Tey eru tíverri ikki til longur. Spell! Onkur kundi havt áhuga Í, hvat ein ólærdur kundi útinna fyri 63 árum síðani. – Ólærdur var hann tó ikki, tí seinni var hann útlærdur málari/polstrari hjá Petur Snikk í Havn, men tað listaliga var honum í kjøtið borið. Svá vóru orðini, ið Magnus segði mær (Frits). Hann málaði sjálvandi eisini málningar, og eru fleiri teirra til skjals enn tann dag í bygdini og víða um.

Hans J. Hansen

Ein annar listaligur úrmælingur í bygdini, Hans Jakku Hansen , Hans J. yngri á Brúnni, føddur 1928 og doyðï 2003 75 ára gamal, hevur lagt nógv eftir seg í skaldskapi, tónlist og málningalist. Hann var tann fyrsti í bygdini, sum sýndi fram á Ólavsøkuframsýningini í fimmti árunum, og tann fyrsti, sum hevði einsæris sýning bæði í Klaksvík og í Havnini. Hetta var í 1960. Hann var eisini tann, sum birti upp undir at fara undir eina málningaframsýningina á Varmakeldu. Sum sagt, so gjørt. Vit vóru 10 tilsamans, sum sýndu fram tá. Fleiri av teimum liggja í dag undir moldum, men ikki so fá eru enn uppi á døgum og eru virkin enn tann dag í dagn á tí listaliga økinum. Dóttir Hans, Hallveig Hansdóttir, ið býr niðri, verður við á framsýningini í ár. Hon hevur sanniliga gjørt vart við seg og hevur sýnt fram í New York í seinastuni og fingið gott skotsmál . Hon fer í næstum at sýna fram í Amsterdam í Hollandi. Ja, pápin og mamman, Wilhelmina, høvdu verið stolt, um tey høvdu livað. Hallveig og systurin, Rúna, fara at stilla út í Ribarhúsi eftir Varmakeldu..

Meðan Varmakelduframsýningin er opin, kunnu fólk eisini leita sær út á gongina í framhaldsdeildini í skúlanum og hyggja at barnalistini, ið har hongur.

Framsýningin er opin frá kl. 16:00 til kl 20:00 bæði leygardagin 4.juli og sunnudagin 5. juli. Hon verður sett fríggjadagin 3. juli kl 17:00.

Harleyfacadeacryl