Týskvøldið savnaðust fróðafólk úr allari Kalsoynni í Avhaldshúsinum í Mikladali. Á skránni var Kópakonudagurin – Kaloysardagurin, ið verður fyriskipaður 1. august.
Skráin fyri dagin er nú komin undir land og verður kunngjørd fyrsta dagin. Men vit kunnu longu nú siga somikið, at byrjað verður á Syðradali longu klokkan hálvdum níggju um morgunin við fyrilestri og frásøgn, síðani verður farið til Húsar, har morgunmatur kann keypast og frásagt verður um søguna hjá bygdini og ikki minst hjá kirkjuni.
Á Trøllanesi verður skipað fyri túri norður á Kall, smiðan verður opin og heimskenda kioskin verður opin. Eisini er ætlan at skipa fyri sólseturtúri út á Kallin og arbeitt verður eisini við at skipa ein møguligan túr niðan á Nestindar.
Í Mikladali og kring kópakonuna verður rættulig fest. Okkara heimskenda Eivør Pálsdóttir fer at syngja fyri okkum av Stórakneysa við síðuna av Kópakonuni. Uppi í bygdini fara navnframir sangarar á pall, eitt nú Jógvan frá Xfactor.
Søgan um Kópakonuna verður søgd, Dansifelagið fer at skipa fyri føroyskum dansi og klovnurin BUBU verður eisini at undirhalda børnunum. Skipa verður eisini fyri matsølu og øðrum.
Beint nú verður arbeitt við logistikkinum, tað vil siga at skipa ferðina um Kalsoyarfjørð og við bussum til Syðradals, Húsar, Mikladals og til Trøllanes.
Tað verður Norðoya Kunningarstova sum fer at selja armbond til túrin. Armbandið verður gjald fyri flutning og konsert hjá Eivør.
Norðlýsið var við á fundinum týskvøldið og her niðanfyri nakrar myndir frá kvøldinum:




