Nú ber til hjá sethúsaeigaurum at gera orkuvinarligar ábøtur á bústaðin við bíligum orkuláni frá Eik
Orkulánið hevur lægri rentu enn vanliga sethúsalánið – 2,5% – og er ætlað teimum, sum sita við ynskinum um at betra um bústaðin, men sum hava aftrað seg við at fara undir tað.
Orkulánið verður veitt til:
·Nýggja og alternativa orkuskipan
·At skifta til orkubetri vindeygu og hurðar
·At bjálva og klæða húsini av nýggjum
·At skifta tak í sambandi við bjálving
·At bjálva bústaðin
“Tað er til fyrimuns fyri okkum øll, at orkuvinarligar ábøtur verða gjørdar á føroysk heim, soleiðis at tey verða betri og tryggari at búgva í, samstundis sum tey vaksa í virði, og eru betri fyri umhvørvið”, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Ikki er neyðugt at vera kundi í Eik frammanundan fyri at fáa orkulán. Orkulánið er eitt tilboð til øll, tó verður vanlig kredittmeting gjørd.
Nærri upplýsingar um orkulán fáast á heimasíðuni www.eik.fo ella við at bíleggja eitt orkuprát á tlf. 348 000 ella í telduposti eik@eik.fo




