Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rynkeby súkklararnir byrjaðu í Klaksvík

Oliver Joensen

 Í sólskyni og logn byrjaðu føroysku Rynkeby Súkklararnir sína longu ferð við Eldrasambýlið á Heygnum, millum mannað nevnt “Rynkeby”

Tað var ein sera hugnalig løta, har Steintór Rasmussen saman við dóttrini Ró, sang nakrar sangir. Anna Maria Joensen frá Klaksvíkar Kommunu beyð vælkomin, síðani flutti Jógvan Skorheim, borgarstjóri fram røðu og fyri súkklarnar segði Pól Huus nøkur orð. Jákup Olsen frá Krabbameinsfelagnum hevði eisini sínar viðmerkingr og tøkk til súkklararnar.

Kála Lómaklett handaði súkklarunum ein gávukekk uppá 5000 krónur frá Innerweel.

Beint tá klokkan var eitt, byrjaðu súkklararnir so sína longu ferð.

Norðlýsið ynskir teimum góða eydnu á ferðini.