Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm íðkarar á Talentlandsliðnum, sum hetta vikuskiftið kappast í Gøteborg

John William Joensen

Treysti hevur nógvar góðar ungar íðkarar, sum umboða Føroyar í hesum døgum. Sum kunnugt er Rebekka Fuglø á Oyggjaleikunum á Jersey, har hon í morginári kl 10.30 rennur 800m finalu.

Fimm aðrir ungir íðkarar úr Treysti fóru í morgun við Talentlandsliðnum hjá FÍF til Gøteborg, har tey alt vikuskiftið fara at kappast í VU-Spelen. Yvir 3.000 aðrir íðkarar luttaka í hesi stóru kapping, sum fer fram á Nya Ullevi í Gøteborg. Í alt eru 24 føroyskir íðkarar úr Treysti, Bragdið og Hvirluni við í kappingini. Føroysku íðkararnir plaga at koma aftur við góðum úrslitum, og vónirnar um tað, eru góðar aftur hesuferð.


Aftast f.v.: Guttorm Sørensen (venjari), Gunnar Sivertsen og Rebekka Fuglø
Mittast f.v.: Óluva Allansdóttir Joensen og Birita Ryan
Fremst f.v.: Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen

Tey fimm úr Treysti eru Gunnar Sivertsen, Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø, Óluva Allansdóttir Joensen og Birita Ryan. Jorie Josephsen, úr Treysti, er ein av ferðaleiðarunum á túrinum. Tey hava øll, saman við øðrum úr Treysti, vant dúgliga á Svangaskarði síðani seinast í apríl, fyri at fyrireika seg so væl tilber til tær spennandi avbjóðingarnar íð standa fyri framman.

Á hesi heimasíðuni ber til at fylga við hvussu gongst hjá teimum: VU-Spelen 2015

Skráin hjá teimum úr Treysti er hendan:

3. juliFre 13.40 Dreingir 17 800m Gunnar Sivertsen
4. juliLör 16.35 Dreingir 17 1.500m Gunnar Sivertsen
5. juliSön 18.20 Dreingir 17 3.000m Gunnar Sivertsen

3. juli Fre 14.45 Gentur 13 600m Maria Biskopstö
4. juli Lör 15.20 Gentur 13 1.500m Maria Biskopstö
5. juli Sön 17.45 Gentur 13 200m Maria Biskopstö

4. juli Lör 10.10 Gentur 13 60m Birita Ryan
4. juli Lör 11.25 Gentur 13 Trístøkk Birita Ryan
5. juliSön 13.45 Gentur 13 Longd Birita Ryan
5. juliSön 17.45 Gentur 13 200m Birita Ryan

3. juli Fre 14.05 Gentur 14 800m Oddvör Josephsen
4. juli Lör 11.25 Gentur 14 80m Oddvör Josephsen
5. juli Sön 18.45 Gentur 15 2.000m Oddvör Josephsen

3. juli Fre 16.30 Gentur 13 Spjót Óluva Allansdóttir Joensen
5. juli Sön 09.10 Gentur 13 Kúla Óluva Allansdóttir Joensen

Guttorm, sum í løtuni er á Jersey saman við Oyggjaleikalandsliðnum, fer eftir kappingina hjá Rebekku Fuglø í morgin, saman við Bragdavenjaranum Debes H. Christansen, at seta kósina móti Gøteborg.