Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála var ov sterkt

Jákup Ósá

Sigursrøðin hjá KÍ endaði á Skála fríggjakvøldið.

KÍ hevði vunnið 7 sigrar á rað undan útidystinum móti oddaliðnum Skála. Men oddaliðið vísti, at tað er betri enn hini liðini og heimaliðið vann fult uppibornan sigur. Skála stýrdi nærum øllum dystinum og vann at enda 3-1. Skála liðið er væl skipað og hongur væl saman sum ein eind og tað gjørdi tað trupult hjá KÍ at fáa spælið at koyra.

Málini hjá Skála skoraðu Brian Jacobsen (2) og Jákup Johansen, meðan Eivin Sørensen skoraði fyri KÍ.