Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB arbeiðir við at fáa styrk

Jákup Ósá

Lawal, Blé ella Camara?

Tveir leikarar eru ávegis til TB í summarsteðginum.

Fróði Olsen er formaður í TB og hann sigur, at í TB verður arbeitt við at styrkja liðið í summar. TB misti undan summarsteðginum útlendska leikaran Franck Odje Able. Men nú bendur nógv á, at styrkur kemur til liðið.

– Við arbeiða við at styrkja um liðið, og í løtuni eru tveir leikarar uppá tal. Men einki konkret er enn komið uppá pláss, so enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður. Men eg kann siga so mikið sum, at talan er um álopsleikara og miðvallarleikara, ið vit hugsa um og hetta eru leikarar, sum hava spælt í Føroyum áður, men meir kann eg ikki siga, sigur Fróði Olsen.

Hann sigur, at í TB eru teir nøgdir við kappingarárið, tí TB var mett undan kappingarárinum at enda nummar 10, men liggur í løtuni á deildum 6. plássi.

B36 hevur við stuttari tíð síðani endað sítt samstarv við álopsleikaran Ibrahima Camara. Tað er neyvan óhugsandi, at hann er álopsleikarin, sum TB roynir eftir. ÍF álopsleikarin Adeshina Lawal hevur fyrr í ár verið settur í samband við fleiri feløg, men tað tykist ikki sum um at nakað hevur verið í hesum søgunum. Tá vit koma til miðvallarleikarin, so er Evrard Blé ein av leikarunum, sum í løtuni eins og Camara ongan sáttmála hevur við nakað felag.