29 milliónir pund var prísurin fyri ein av bestu leikarunum í La Liga, sum nú skal spæla fyri Barcelona.
28 ára gamli Arda Turan úr Turkalandi hevur seinastu árini spælt við Atletico Madrid, har hann hevur spælt sera sannførandi. Í summar gjørdist greitt, at hann fór at skifta felag og kappingin um leikaran hevur eisini verið hørð. Serliga Barcelona, Chelsea og Man Utd hava sambært miðlunum lagt nógv fyri, men nú er greitt, at Barcelona hevur vunnið kappingina. Barcelona skal gjalda 24 m.p her og nú og so 5 m.p seinni, so at samlaði prísurin verður 29 milliónir pund.
Sambært flestu miðunum er 27 ára gamli Nico Gaitán frá Benfica avloysarin hjá Turan í Atletico Madrid, men hetta er ikki alment enn.




