Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí gevst Símun í HB

Jákup Ósá

Fyrrverandi leikandi hjálparvenjarin hjá HB greiðir frá, hví samstarvið millum hann og HB steðgar.

Fyrrverandi leikandi hjálparvenjarin hjá HB greiðir frá, hví samstarvið millum hann og HB steðgar.

Tað sum helst rættuliga óvæntað á tey flestu, tá HB í gjárkvøldið boðaði frá, at samstarvið millum HB og hjálparvenjaran Símun E. Samuelsen var steðgað. Símun hevur í ár virkað sum leikandi hjálparvenjari hjá HB.

Ynskir at spæla

Símun E. Samuelsen sigur við Norðlýsið, at orsøkin fyri, at hann gevst í HB er, at at hann ynskir at spæla meir. Í ár hevur Símun bara spælt í 455 minuttum í Effodeildini.

– Hetta er gjørt í sátt og semju við HB. Tað einfalda í hesum er, at eg ynski at fáa meira spælitíð. Eg havi brúk fyri nýggjum umhvørvið og nýggjum avbjóðingum og við meiri spælitíð kemur eisini sjálvsálitið. Eg føli, at eg kann geva nakað og føli als ikki, at eg eri liðugur á vøllinum enn, sigur Símun E. Samuelsen, sum ikki følir seg darvaðan av skaða longur.

Símun sigur, at okkurt felag hevur tosað við seg, men enn er alt ov nýtt. Tískil ber ikki til at seta navn á nakað felag. Hann hevur annars ongar viðmerkingar til, hvat nýggja felagið verður men sigur, at tað fer ikki at ganga long tíð til hetta er komið uppá pláss.