Tað siga nýggjastu tølini fyri fólkatalið í Klaksvík.
6. juli vóru 4677 fólk skrásett at búgva í Klaksvík. Hetta merkir, at fólkavøksturin í býnum er stórur, tí 1. januar búðu 4605 fólk í býnum. Sostatt er fólkatalið vaksið við 72 fólkum fyri fyrstu 6 mánaðirnar í ár.
Nøkur tøl fyri fólkatalið í Klaksvík sambært Fólkayvirlitinum og Hagstovu Føroya:
6. juli 2015: 4677 fólk
1. januar 2015: 4605 fólk
1. mai 2014: 4594 fólk




