Sjúrðarberg fer til Svalbard at royna eftir rækjum. Myndir av tá teir gjørdu klárt at fara, og tá teir loystu.
Sjúrðarberg fer til Svalbard at royna eftir rækjum.
Í kvøld gjørdu teir klárt at fara avstað umborð á Sjúrðarbergi. Teir skuldu loysa kl. 20.00, tá nakrar av myndunum vóru tiknar, men maskinarbeiði tók longri tíð enn væntað og tí var klokkan næstan 23, tá teir loystu umborð á Sjúrðarbergi. Tá eru nakrar av myndunum eisini tiknar.
Við Sjúrðarberg vera 12 mans hendan túrin. Skipari verður Rólvur í Norðnástovu.




