Ársúrslitið hjá P/F Miðlafelagnum fyri 2014 var eitt hall upp á tríggjar milliónir krónur. P/F Miðlafelagið er felagið, sum eigur Sosialin við dóttirfeløgunum SP/F Miðlavarpinum, P/F Miðlar (P/F 01.01.2014), SP/F Ctrl og atknýtta felagnum P/F Prentmiðstøðini.
Ársúrslitið hjá P/F Miðlafelagnum fyri 2014 var eitt hall upp á tríggjar milliónir krónur. P/F Miðlafelagið er felagið, sum eigur Sosialin við dóttirfeløgunum SP/F Miðlavarpinum, P/F Miðlar (P/F 01.01.2014), SP/F Ctrl og atknýtta felagnum P/F Prentmiðstøðini.
Orsøkin til ringa úrslitið hjá P/F Miðlafelagnum er, at úrslitið hjá dóttirfelagnum, Sp/F Sosialinum, var eitt hall upp á góðar 3 mió. kr. Raksturin av Sosialinum, Vikublaðnum og in.fo gav eitt positivt úrslit í 2014, men tað var raksturin av P/F Miðlavarpinum (Rás2), sum gav hall upp á slakar 3,2 mió. kr.
Rás2 hevur ikki staðið seg í kappingini við Kringvarp Føroya um handilslýsingar í útvarpi, og tí hava eigararnir gjørt av at leggja niður felagið Sp/F Miðlavarpið. Tað varð gjørt í november í 2014. Raskturin av Rás2 varð tá lagdur í felagið Sp/F Miðlar, sum eisini rekur útvarpsstøðirnar Voxbotn og KissFM, og sum Sp/F Sosialurin eigur helminging av. Av tí at virksemið í P/F Miðlafelagnum (Rás2) steðgaði, gera avskrivingar o. a., at ársúrslitið verður verri, enn tað hevði verið, um felagið helt fram at virka.
Vit mugu bara staðfesta, at tað ber ikki til at kappast við tað almenna um handilslýsingar. Tað er ikki politiskur vilji at bøta um umstøðurnar hjá privatum miðlum at virka í Føroyum. Løgtingið vil tað soleiðis, at Kringvarp Føroya – umframt at verða fíggjað við lógarkravdum kringvarpsskatti – eisini skal fíggjast við, at stovnurin undirbjóðar privatum miðlum á lýsingarmarknaðinum. Hóast royndir hjá Mentamálaráðnum at bøta um viðurskiftini, vil Mentanarnevndin hjá løgtinginum tað øðrvísi.
Gongdin síðani broytingarnar í november í fjør hevur verið munandi frægari. Leiðslan í Miðlahúsinum metir, at hesar broytingar viðvíkjandi Rás2 – saman við tillagingum, sum verða gjørdar – fara at geva positivan rakstur aftur í 2015.
Vinaliga
Eirikur Lindenskov
Nevndarformaður
P/F Miðlafelagið




