Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireika seg til kapping í Danmark

Jákup Ósá

Um eina góða viku skal U14 dreingjaliðið hjá KÍ luttaka í kapping í Danmark.

Talan er um Dana Cup, ið verður í Hjørring og byrjar 21. juli. Hetta er størsta kappingin av sínum slag í Danmark. KÍ ferðalagið fer til Danmarkar 17. juli.

Í hesum sambandinum spældi liðið ein venjingardyst mikukvøldið móti einum blandaðum KÍ liði við bæði eldri og yngri leikarum. Myndirnar eru frá dystinum í gjárkvøldið.