Vit í NSÍ standa spyrjandi eftir, hvat venjarin hjá Linfield tosar um, tá hann ger so nógv burturúr, at venjairn hjá NSÍ skal hava bílagt hotell í Slovakia áðrenn dystin í kvøld.
Les eisini: Linfield venjarin: Trygvi hevði bílagt hotell í Slovakia
Warren Feeney, venjari hjá Linfield, nevndi fleiri ferðir í síni samrøðu við Linfield eftir dystin, at NSÍ venjarin Trygvi Mortensen hevði bílagt hotell í landinum, har vinnarin skuldi leika, sum helst bleiv í Slovakia.
Formaður í NSÍ er Sonni L. Petersen og hann skilir einki av, hvat venjarin tosar um.
– Eg havi tosað við Trygva, og hann kennir einki til hatta. Hatta er tikið fullkomuliga úr bláari luft. Trygvi veit ikki, hvat venjarin hjá Linfield tosar um, og harafturat so vistu vit ikki, um vit skuldu til Slovakia ella Bosnia-Herzegovina, um vit nú vunnu, sigur ein spyrjandi Sonni L. Petersen við Norðlýsið.




