Fyrrverandi Newcastle stjørnan skal spæla fyri sín fyrrverandi Newcastle venjara.
29 ára gamli Yohan Cabaye hevur gjørt ein trý-ára sáttmála við Crystal Palace, har Alan Pardew nú er venjarin. Júst Cabaye og Pardew arbeiddu eisini saman í Newcastle fram til januar 2014, tá PSG keypti Cabaye. Í PSG hevur Cabaye havt trupult við at fingið pláss á liðnum og tí hevur Crystal Palace fingið møguleikan at keypt leikaran.
Crystal Palace boðar frá, at talan er um dýrasta keypið í søgu felagsins. Prísurin sigst liggja eitt stað millum 10 og 12 milliónir pund.




