Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næsta finalan hjá Klaksvíkingi í morgin

Jákup Ósá

Næstseinasti FM kappróðurin verður í Sandavági í morgin.

At umstøðurnar møguliga fara at spæla inn kann hugsast, tí lágætt verður og hevur verið í fleiri dagar. Tá kann havalda gera um seg á róðrarøkinum í Sandavági og tað hevur sett dám á onkran róður har fyrr.

Størsti spenningur norðanfjørðs er hjá 10-mannaførunum, har FM vónin hjá Klaksvíkingi framvegis livir eftir sigur á Varmakeldu seinasta leygardag. Tað var fyrsta finalan av trimum møguligum, men vinnur Klaksvíkingur ikki tær allar, so er FM farið. Klaksvíkingur skal enda frammanfyri Drekan Reyða í morgin fyri at hava FM møguleika á ólavsøku. Vinnur Klaksvíkingur í morgin, so verður rein FM finala á ólavsøku. Higartil í ár hevur Drekin Reyði vunnið tríggjar róðrar, meðan Klaksvíkingur hevur vunnið tveir.