Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur hølvaði alt av

Jákup Ósá

Tað verður rein FM finala á ólavsøku hjá 10-mannaførum eftir at Klaksvíkingar hølvaði alt av í Sandavági í dag.

Tað verður rein FM finala á ólavsøku hjá 10-mannaførum eftir at Klaksvíkingar hølvaði alt av í Sandavági í dag.

Undan Varmakeldu var stórt trýst á Klaksvíkingi, sum tá skuldi vinna allar tríggjar stevnurnar, ið eftir vóru fyri at vinna FM. Tað eydnaðist at vinna á Varmakeldu og í dag vann Klaksvíkingur aftur, tá róð var í Sandavági. Sostatt verður endaliga og avgerandi finalan á ólavsøku. 

Tað sá annars ikki so gott út hjá Klaksvíkingi fyrsta partin av teininum, tá bæði Drekin Reyði og Havnarbáturin vóru frammanfyri. Men so við og við styttist munurin og tá Klaksvíkingur fyrst fekk stavnin framum hinar, so øktist munurin allan vegin fram á mál. Seinastu metrarnar var klassamunur, tá tað var væl og virðiliga leyst millum bátarnar. 4 sekund vóru á muni millum Klaksvíking og næsta bátin, ið var Drekin Reyði. Sigurin hjá Klaksvíkingi ger, at tað nú verður FM finala á ólavsøku, har Klaksvíkingur kann vinna FM við einum sigri, meðan argjamenn vinna FM, um teir enda frammanfyri Klaksvíking.

10 mannafør úrslit á Vestanstevnu:
1 Klaksvíkingur 04:28.09
2 Drekin Reyði 04:32.09
3 Havnarbáturin 04:38.04
4 Ormurin Langi (RK) 04:41.08
5 Nólsoyingurin 04:47.14
6 Hvítravnur 04:55.04
7 Skálabáturin 04:56.13