Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Jákup B fer á Íslandsryggin

Jákup Ósá

Fleiri heilt ungir dreingir fóru við, tá Jákup B fór nýggjan túr. Myndir kunnu síggjast her.

Jákup B gjørdi í kvøld klárt til nýggjan túr. Leiðin gongur á Íslandsryggin, har Jákup B eisini royndi síðsta túr, sum royndist góður við nógvum toski og svartkalva. 

Tá Norðlýsið var á bryggjuni í kvøld gjørdu teir klárt at fara avstað. Kl. 00.30 loystu teir. Skipari hendan túrin við línuskipinum verður Martin Vágsheyg.