Aftur í ár verður skipað fyri tvørkirkjuligum átaki á G-Festivalinum. Hósdagin, 16/7, kl. 16:00 verður hoyggjhúsið, beint yvirav Valhøll, ein kirkja, har festivalgestir kunnu koma at rinda møðina, at fáa sær ein kaffimunn, eitt prát, skriva eina bøn, ella bara njóta kvirruna eina løtu.
Leygarmorgunuin, tann 18/7 kl. 11:00 verður festivalguðstænasta. Um viðrar verður guðstænastan hildin umborð á Norðlýsinum, á Gøtuvág. Er veðrið okkum ikki til vildar verður hon hildin í einum fjósi, mitt í Syðrugøtu. Marjun Bæk, prestur, prædikar og Kingobólkurin luttekur við sangi. Eisini framførir Herfinnur Árnafjall. Øll eru vælkomin – eisini tey, ið ikki hava festivalarmband.




