Fyrrverandi toppskjútti í Effodeildini skal spæla við NSÍ í endaspurtinum.
Fyrrverandi toppskjútti í Effodeildini skal spæla við NSÍ í endaspurtinum.
NSÍ styrkir sín hóp. Og talan er um gamlan kenning í felagnum. Fyrrverandi NSÍ toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen, ið nú er 35 ára gamal, verður partur av NSÍ hópinum eftir summarsteðgin. Tað váttar høvuðsvenjarin Trygvi Mortensen.
– Christian Høgni Jacobsen flytur spæliloyvið til okkum, so at hann verður partur av hópinum frá nú av. Hann gjørdi góðan mun hjá okkum í fjør og er væl fyri, tí hann hevur spælt við ÍF Føroyum. Annars er hópurin hjá okkum tann sami sum í fyrru hálvu, sigur Trygvi Mortensen við Norðlýsið. Christian Høgni spældi við NSÍ í 5 dystum í fjør, har hann skoraði 4 mál.
Summarsteðg í 5 dagar
NSÍ spældi í summar Europa League dystir móti Linfield. Og hetta hevur hjálpt NSÍ liðnum, heldur venjarin. NSÍ kemur ikki sovandi út eftir summarsteðgin, tí runavíkingar hava koyrt á í summar.
– Eg var ikki heilt nøgdur við avrikini tær báðar seinastu dystirnar áðrenn summarsteðgin. Men Europa League dystirnir góvu okkum nógv, og vit føla nú, at vit aftur eru har, ið vit skulu vera. Vit tóku frí í nakrar fáar dagar og hava havt ein summarsteðg uppá tilsamans 5 dagar. Og eg merki ikki nakað til, at leikararnir eru troyttir, so tað sær gott út, sigur Trygvi Mortensen. Hann heldur, at FM stríðið stendur púra opið millum øll fýra toppliðini B36, NSÍ, Víking og HB.




