ÍF styrkir hópin her í summarsteðginum.
ÍF styrkir hópin her í summarsteðginum.
Formaðurin í ÍF, Leif André Eliassen, sigur við Norðlýsið, at liðið styrkir seg á miðvøllinum.
– Vit hava gjørt avtalu við miðvallarleikaran Boga R. Petersen, sum er gamal kenningur í felagnum. Annars hevur áhugi verið frá øðrum feløgum at leiga leikarar frá okkum, men hesir leikarar hava sjálvir ikki havt áhuga at farið. Og hendir ikki okkurt heilt óvænta her síðstu tímarnar, so verður hetta okkara endaligi hópur, sigur Leif André Eliassen í kvøld.
Bogi R. Petersen er 22 ára gamal og hevur spælt 51 dystir í Effodeildini. Bæði í 2013 og 2014 var hann á miðvøllinum hjá ÍF. Eisini hevur hann spælt 8 U21 landsdystir umframt U-landsdystir við U17 og u19 landsliðnum.




