Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri broytingar hjá TB

Jákup Ósá

Ein og kanska tveir leikarar væntast at skriva undir áðrenn midnátt, meðan ein lyklaleikari er farin úr felagnum.

Ein og kanska tveir leikarar væntast at skriva undir áðrenn midnátt, meðan ein lyklaleikari er farin úr felagnum.

Sum Norðlýsið skilir, so hevur ein bretskur leikari royndarvant seinastu tíðina við TB og alt bendur á, at hann ger sáttmála við TB. Og møguliga verður tað ikki einasti styrkurin hjá TB í kvøld. Tí í summar hevur TB arbeitt við at styrkt um hópin við tveimum leikarum. Enn er óvist, hvør hin leikarin er, men keldur hjá Norðlýsinum siga, at møguleiki er framvegis fyri, at felagið ger sáttmála við tveir nýggjar leikarar í kvøld. 

Fyrr í summar misti TB Franck Able, sum fór av landinum aftur. Síðani hevur TB arbeitt við at styrkt um hópin við tveimum leikarum. Samstundis tykist greitt, at íslendski verjuleikarin Reynir Magnussen, ið hevur byrjað inni í 15 av 17 landskappingardystum, ikki longur verður partur av TB. Hann er farin av landinum aftur.

Norðlýsið hevur roynt at fingið viðmerkingar frá TB leiðsluni, men hetta hevur enn ikki eydnast. Enn er alt óváttað tíðindir í TB og tí skal hetta takast við fyrivarni.