Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsmeistaraheitið í langróðri á Sjómannadegnum

Róðrarsamband Føroya

Leygardagin 22. august verður tann árligi Sjómannadagurin í Klaksvík. Í hesum sambandi, verður eitt nýtt kappróðrartiltak á skránni, ið vit nevna “Heimsmeistaraheitið í langróðri” og byrjar tað klokkan 13.00.

Kappast verður í tveimun bátastøddum, 6- og 5-mannaførum. Menn ella blandaðar manningar rógva við 6-mannaførum, meðan kvinnur rógva við 5-mannaførum. Alursmarkið er sett til at vera 14 ár.

Teinurin, ið rógvin verður er áleið 8,5 kilometrar og verður róð frá núverðandi málið í Klaksvík, norður til byrgingina í Haraldssundi og aftur til málið í Klaksvík. Starturin verður leysur og við niðurteljing.
Róðrarsambandið kemur við nærri kunning um kappingina, reglar og praktisk viðurskifti í august.

Til ber at melda til nú, tað skal gerast við at senda ein teldupost til rsf@olivant.fo, við bátanavni, navni á bátsformanni og telefonnummar. Freistin at melda til er 20. august.

Heiðursmerkir og steyp verða latin til nummar 1,2 og 3. Somuleiðis verður ein vinningur latin til vinnandi manningarnar.

Við vón um góða undirtøku
Róðrarsamband Føroya