Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja skráin er tøk

G!

Síðsti dagurin á G! er nú byrjaður, og alt bendur, á at hetta verður ein framúr góður dagur. Eftir at konsertin hjá Eivør varð flutt í gjár, er skráin uppaftur sterkari.

Síðsti dagurin á G! er nú byrjaður, og alt bendur, á at hetta verður ein framúr góður dagur. Eftir at konsertin hjá Eivør varð flutt í gjár, er skráin uppaftur sterkari.

Nakrar smávegis broytingar eru í skránni fyri at fáa pláss fyri Eivør á stóra palli, men neyðugt hevur ikki verið at avlýsa nakra konsert.

Konsertin hjá Spælimonnunum á Spæliplássinum í kvøld er flutt til at liggja á sandinum kl. 17, meðan stóra matveitslan G! Apa er.

Meðan Teitur nú fer á pall á Spæliplássinum beint aftaná konsertin hjá Eivør er liðug.

Stóra rokkbrakið við Dizzy Mizz Lizzy verður sum ætlað kl. 22.40 á sandinum.