Alexandur Johansen sigur, at StÍF eisini fær nýggjan útlendskan málverja hjá bæði monnum og kvinnum.
StÍF endaði seinasta kappingarár á næstaftasta plássi í bestu mansdeildini í hondbólti. Í summar eru broytingar hendar í hópinum og liðið fær eisini nýggjan venjara, váttar formaðurin í StÍF, Alexandur Johansen.
– Pole Hansen verður høvuðsvenjari, meðan Levi Nybo verður hjálparvenjari. Harafturat fáa vit ein nýggjan málverja, ið kemur úr Grønlandi. Tað er Ingi Olsen, ið hevur skaffað okkum hendan. Vit manglaðu málverja, tí Eyðfinn Poulsen er farin av landinum og Eli Gærdum er skaddur og ivasamur. Steinar Prestá er eisini farin av landinum og ivasamt er, um Sveinur Justinussen spælir aftur eftir skaðan, ið hann fekk í Klaksvík síðsta kappingarár. Annars hava vit tað sama fólkið, sigur formaðurin hjá StÍF.
Kvinnuliðið fær danskan málverja
Hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF vera fáar broytingar.
– pauli poulsen heldur fram sum venjari, meðan Jústines Justinussen verður hjálparvenjari. Harafturat fáa vit ein ungan danskan málverja, sigur Alexandur Johansen við Norðlýsið.




