Nýggja graslíkið við Margáir verður ikki klárt til landskappingardystin móti KÍ 27. juli.
27. juli skulu EB/Streymur og KÍ spæla landskappingardyst í Effodeildini. Men dysturin verður ikki spældur á vanliga heimavøllinum hjá EB/Streymi, tí arbeiði við at skifta graslíkið við Margáir verður ikki liðugt tá. Sum skilst, so verður arbeitt við, um møguligt er at spæla dystin á nýggja vøllinum á Eiði. Ber tað ikki til, so verður dysturin helst spældur á Skála. Hetta verður avgjørt fyrst í komandi viku.
KÍ hevur ongantíð í søgu felagsins vunnið ein landskappingardyst við Margáir í bestu mansdeildini.




